9. mai 2022

Minningarorð: Arnhold Suni Fjallstein

Seinastu tíðindi

27. apríl 2023
Avsláttir - Kampingpláss - Virkjum
27. apríl 2024
Soleiðis meldar tú bát ella kampingvogn til bátafestival
25. apríl 2024
Er krókurin góðkendur?
17. mars 2024
Kaffifundur 3 apríl kl. 19.00
31. januar 2024
Byrjanartreff 2024
16. desember 2023
Gleðilig jól
1. oktober 2023
Eykaðaðalfundur 4.okt
14. september 2023
Eykaaðalfund 04.10.2023
12. august 2023
Ársaðalfundur 2/9-2023
2. august 2023
Endatreffið hjá Camping.fo á Vágseiði 1 – 3 september 2023
24. juli 2023
Í dag byrjar familjukamping
14. juli 2023
Triatlon, spøl og hugni á Eiði
13. juli 2023
Regatta í Hósvík 2023
16. juni 2023
Skráin - Familjukamping á Víkar camping 2023
9. juni 2023
Eiði Camping aftur opið.
1. juni 2023
Frí søla av atgongumerkjum
1. juni 2023
Nýggja kampingplássið nærkast
19. apríl 2023
Familjutiltakið 2023
6. apríl 2023
Gleðiligar páskir
20. mars 2023
Leiðari til kampingøkið niðri á Møl
Sí eldri tíðindi

Arnhold Suni Fjallstein, sum var ein av stovnarunum av felagnum Camping.fo, er nú farin  foldum frá, og er hann nú farin heim í Himmalin, heim í tann æviga búðstaðin, sum Guð hevði gjørt honum og okkum øllum, sum trúgva, tilreiðar.

 

Eg kom at kenna Arhold um heystið í 2005. Og kom hetta av, at vit báðir høvdu stóran áhuga í kamping í Føroyum og ynsktu vit at vita, um áhugi var millum føroyingar, at stovna eitt kampingfelag. Hetta bleiv gjørt, og eitur felagið í dag Camping.fo.

 

Tey fyrstu, sum vóru vald í nevndina, vóru Arnhold Fjalstein, Katrin Haraldsen og eg sjálvur, umframt tveir varalimir.

 

Tá eitt nýtt felag verður stovað, eru ofta nógvar meiningar um, hvussu og hvat eitt tílíkt felag skal gera, og har var Arnhold Fjallstein heilt einastandandi at taka samanum og  finna semju millum allar limirnar.

 

Arnhold og eg hava arbeitt nógv saman, serliga vóru tað tey fyrstu fýra árini eftir at felagið var stovnað, til hann takkaði fyri seg í nevndini. Men hóast hann ikki var limur í nevndini tey seinnu árini, so var hann altíð klárur, saman við konunu, at rætta eina hjálpandi hond og hevur hann eisini mangan hjálpt okkum  við góðum ráðum. Konan Henrid hevur eisini verið kassameistari í felagnum í fleiri ár.

 

Arnhold helt tað vera nokkso stuttligt, at eg búði í Leirvík, tí har sleit hann sínar barnaskógvar. Báðir vóru vit bakaralærdir og so høvdu vit tað til felags eisini, at vit høvdu áhuga í kamping, hann við húsbili og eg við húsvogni.

 

Tey seinastu árini hava vit tosa av og á í telefon og annars tá vit møttust, so var altíð tíð til eitt gott prát.

 

Arnhold Fjalstein skammaðist ikki við at fortelja, at hann var ein trúgvandi maður, og hevði sett sítt álit á tann livandi Gud, og nú er hann farin heim til sín frelsara at verða

 

Saknur verður í Arnhold í felagnum, men størstur verður saknurin hjá tær Henrid og øllum tykkara. Má Harrin, sum er alra troystari, troysta tykkum í sakninum.

 

Æra verið minni um Arnhold Suna Fjalstein

Ivan Skorheim, Camping.fo