Æðuvík
Æðuvík er niðursetubygd frá 1897.
Í Æðuvík sigst, at nógvir huldumenn hava verið, men Evensen próstur, gekk runt um garðarnar og fekk rikið teir útum.
Á varðagøtuni Æðuvík – Nes kemur man fram við Promsgili, har søgnin sigur, at huldufólk búðu. Ein túrur eftir varðagøtuni er ein frálík uppliving. Varðarnir eru væl hildnir. Túrurin tekur umleið 45 min.
Í 2001 varð Æðuvík kosin “Føroya Best Røkta Bygd” og verður tí vælvitjað av ferðafólki bæði um summarið og á jólum, tá Æðuvík er jólabygd, skrýdd við perum og pynti.
Í Æðuvík sæst ein vakur minnisvarði, sum varð avdúkaður í oktober 1997, til 100 ára minningarhaldið fyri bygdina. Minnisvarðin sýnir myndir av fýra teim fyrstu hjúnunum, ið bygdu Æðuvík.
Samband:
Prísir:
Upplatingartíðir:
Upplýsingar:














