Trongisvágur
Kampingplássið í Trongisvági er á parkeringsøkinum frammanfyri ítróttahøllina í Trongisvági, og pláss er fyri 12 kampingvognum. Kampingplássið er tætt við ferjuleguna, matvøruhandlar og bensinstøð.
Allir neyðugir hentleikar eru á kampingplássinum: El, atgongd til vesi/brúsu, vaskimaskina og turkitrumla.
Eisini liggur kampingplássið í sera náttúruvøkrum økið, beint við viðarlundina í Trongisvági og við sandin. Eisini er eitt uttandura cross-fit økið og ítróttardepilin við Stórá beint við, umframt spælipláss.
Í viðarlundini eru stórar uttandura grillir, ið kunnu nýtast av øllum, og eisini er tað sera hugnaligt at spáka sær ein túr í viðarlundini. Tað er tí upplagt hjá barnafamiljun at at gista á kampingplássinum í Trongisvági.