Fuglafjørður

Búseting

Fyrstu tekin um búseting í Fuglafirði fingust í 1956, tá ið grivið varð út fyri eini hoyggjhúsgrund heimi á Oyruni. Komið varð niður á eina húsatoft við fjósi. Við at grava longur niður, kom til sjóndar, at 5 hús høvdu staðið oman á hvørjum øðrum á somu grundini, og hvørt var avtoftað eftir annað. Kanningar vístu, at tey elstu húsini vóru frá víkingaøld, um á 950 – 1050.

Í 1781 eru 4 býlingar í Fuglafirði. Við Gjógvara, Við Garð, Í Toftum og á Áargarði. Miðskeiðis í 1800-talinum og frameftir komu býlingarnir Á Trøðni, á Bakkanum og á Høvdanum. Í 1920-árunum vóru allir vóru allir býlingarnir samanvaksnir. Í 1940-árunum komu býlingarnir í Rossagerði (í neðra), í Fløtugerði og vestur á Horn, og frá 1970-árunum hevur verið bygt á Bjarnafløtum, í Toftabønum og Norður í Bø.

Við fyrstu fólkateljingina í 1801 búðu 128 fólk í Fuglafirði. Fólkateljingin í 1901 sigur frá, at tá búðu 325 fólk í Fuglafirði. Hundrað ár seinni (2001) búgva 1547 fólk í Fuglafirði. Í dag 2006 liggur talið um 1700 fólk í Fuglafjarðar kommunu.

Samband:

Fyristøðufólk: : Kunningarstovan Telefon: : +298 238015 Heimasíða: : www.visiteysturoy.fo/ Teldupostur: : visit@fuglafjordur.fo Facebook: : visitfuglafjordur/

Prísir:

Prísur fyri hvørja eind: : Campingvognur (íroknað 2 fólk): kr. 250. Fyri hvønn eyka vaksnan (frá 16 ár): kr. 50 Prísur fyri hvønn vaksnan: : iroknað Prísur fyri hvørt barn: : iroknað Prísur fyri limir hjá camping.fo: : 200 kr.

Upplatingartíðir:

Latur upp: : 15. apríl Letur aftur: : 15. september

Upplýsingar:

Ja
Ja
Ja
Atgongd til køk
16
Ja
Atgongd til útigrill
Benkur
Ja, blátt stikk (íroknað)
Ja, í snóri
Tal av teltum
Atgongd til spælipláss
Innhegning
Atgongd til vaskimaskinu
Ja

Kort: