Dalur
Dalur hevur gott kampingar- og tjaldingarpláss – har pláss er fyri einum 25-30 húsvognum á grasi – við øllum hentleikum, ið krevjast til eitt slíkt stað.
Í 2013 er nýtt hús bygt til campingplássið, har atgongd er til alskyns hentleikar. Har er uppihaldsrúm við kaffimaskinu, vaskimaskinu og turkitrumlu.
Uttanfyri, undir taki, er stór grill og vask, ið øll kunnu brúka.
Útferðir
Sandoyggin hevur hópin av spennandi og ógloymandi útferðum at bjóða okkara ferðandi
Sandoyggin er fimtstørsta oyggin í Føroyum, og á einari vídd á 112 km², hevur oyggin ein hóp av útferðarmøguleikum at bjóða ferðandi. Eitt nú er siglitúrur runt Skúvoynna, har siglt verður undir fuglabjørgini við bátabyggjaranum Jóan Petur Clementsen. Ert tú ikki til sjóvarfallið, so er væl møguligt at fara gongutúr við ferðaleiðara runt í Sandoynni.
Í samstarvi við kunningarstovuna á Sandoynni, vísa vit á nærri kunning um hesar útferðarmøguleikarnar í Sandoynni. Havast skal í huga, at nógvir av túrunum mugu bíleggjast í góðari tíð.
Ynskir tú bert vegleiðing til aðrar útferðarmøguleikar enn júst tær niðanfyri, so hevur kunningarstovan á Sandoynni uttan iva góð viðmæli til tín.
Kundi tú hugsað tær eina útferð meðan tú búleikast í Skálavík?
So er at seta teg í samband við Kunningarstovuna í Sandoynni.
· Tlf. 361836
· Teldupostur sandinfo@post.olivant.fo