13. July 2023

Regatta í Hósvík 2023

Recent news

Sí eldri tíðindi

11. august verður árliga Regatta, har siglt verður av Eiði til Hósvíkar. Hósvíkar Róðrarfelag

Bjóðar øllum húsvognum at koma við til hetta hugnaliga tiltak.

Hetta er ein góður møguleiki at savna familju ella vinfólk, áðrenn summarið er fullkomið.

Húsvognarnir koma at halda til niðri á kaiøkinum og har verður atgongd til allar hentleikar, ið
ein húsvognur hevur tørv á. Um ein hevur tørv á at læna brúsur, er møguleiki fyri at læna
brúsurúmið í róðrarneystinum.

Møguleiki er at seta húsvognin á økið longu hósdagin, um tað er neyðugt, og hann kann vera
í Hósvík alt vikuskiftið, uttan eyka gjald. Mánadag verður streymurin tikin burtur.
Kostnaðurin er 200 kr. fyri hvønn persón, og fyri hetta fáa tit: Regattablusu, pláss til
húsvognin, døgurða, morgunmat og ymisk tiltøk við bátahylin, sí skránna. Børn undir 14 ár
gjalda 100 kr.

Áðrenn miðnátt verða ymisk tiltøk niðri í neystunum við bátahylin við live tónleiki,
felagssangi og røðu. Um náttina verður góður Regattadansur í Bygdarhúsinum, og
kostnaðurin fyri tað er 150,-

Bátarnir fara av Eiði kl. 14:30, og teir væntast at verða í Hósvík um 17:00 tíðina.

Atgongumerkir kunnu fáast í ØL-Neystinum, ið er beint við bátahylin.

Vit í Hósvíkar Róðrarfelag vóna, at tit taka av hesum møguleika.

Tilmelding fer fram á www.hvr.fo/tilmelding – seinasta freist at melda til er á miðnátt 09.
august.

Hava tit nøkur ivamál, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

 

Vinarliga
Hósvíkar Róðrarfelag
Tlf. 590148