16. oktober 2017

VEITST TÚ, HVUSSU TÍTT BAKLJÓS VIRKAR?

  • Tendra ljósini | Mynd: RFF

Seinastu tíðindi

27. apríl 2023
Avsláttir - Kampingpláss - Virkjum
30. apríl 2024
Familjukamping 2024
27. apríl 2024
Soleiðis meldar tú bát ella kampingvogn til bátafestival
25. apríl 2024
Er krókurin góðkendur?
17. mars 2024
Kaffifundur 3 apríl kl. 19.00
31. januar 2024
Byrjanartreff 2024
16. desember 2023
Gleðilig jól
1. oktober 2023
Eykaðaðalfundur 4.okt
14. september 2023
Eykaaðalfund 04.10.2023
12. august 2023
Ársaðalfundur 2/9-2023
2. august 2023
Endatreffið hjá Camping.fo á Vágseiði 1 – 3 september 2023
24. juli 2023
Í dag byrjar familjukamping
14. juli 2023
Triatlon, spøl og hugni á Eiði
13. juli 2023
Regatta í Hósvík 2023
16. juni 2023
Skráin - Familjukamping á Víkar camping 2023
9. juni 2023
Eiði Camping aftur opið.
1. juni 2023
Frí søla av atgongumerkjum
1. juni 2023
Nýggja kampingplássið nærkast
19. apríl 2023
Familjutiltakið 2023
6. apríl 2023
Gleðiligar páskir
Sí eldri tíðindi

Kanska hevur tú onkuntíð koyrt aftan fyri bil við sløktum bakljósi og undrats, tí tað hevur verið skýmligt. Tað kann skapa vandamiklar støður, um bakljós ikki eru tendrað í til dømis skýming, regni og mjørka, og bilar aftanfyri ikki síggja teg. Í hesum døgum eggjar Ráðið fyri Ferðslutrygd tí fólki til at kanna, hvussu bakljós teirra virka.

Ein partur av orsøkini er, at ES inntil í 1. juli 2016 bert setti krav um at framlyktir tendraðu sjálvvirkandi, tá tú tendrar bilin. Hetta var galdandi fyri bilar framleiddir frá 2011. Ein av grundgevingunum fyri hesum var, at minkaða nýtslan av bakljósi skuldi hava jaligt árin á umhvørvið við minni nýtslu av brennievni og harvið minni CO2-útláti.

Nakrir bilar eru soleiðis innrættaðir, at bakljósini tendra sjálvvirkandi, tá tað tørvar. Í øðrum verður bilførarin mintur á at tendra ljósið, til dømis við at tað ikki er ljós í tólborðinum. Trupuleikin við summum av bilunum er, at bakljósini ikki tendra sjálvvirkandi, fyrr enn tað er rættuliga myrkt. Trupulleikin sæst serliga í skýming, toku, kavaroki ella lutvís upplýstum tunlum, við tað at her tenda bakljósini ofta ikki.

- Tað er eyðvitað at gloyma, tá vit í mong ár hava verið von við at ljósini tendra sjálvvirkandi. Harumframt er tað ikki ólógligt at koyra við sløktum bakljósum, tá tað er ljóst. Trupululleikin kann so koma, tá tað til dømis skýmir, fer at regna ella tú koyrir inn í ein tunnil. Tá er ikki altíð, at bakljósini tendra í bilum framleiddir millum 2011 og 1. juli 2016, sigur Brynhild Høgnadóttir úr Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Frá 1. juli 2016 kom ES-regla í gilidi, sum álegði bilframleiðarum, at bæði framjós og bakljós á øllum nýggjum bilum skuldi tendra sjálvvirkandi. Reglan skal fyribyrgja vanlukkur orsakaðar av manglandi ljósi. Men enn koyra nógvir bilar á vegunum, sum eru framleiddir áðrenn.

Góð ráð
Hevur tú bil, har bakljósini ikki altíð tendra sjálvvirkandi:
• Kanna, um til ber at innstilla bilin, so bakljósini altíð tendra, tá tú tendrar bilin
• Ella ven teg við altíð at tendra bakljósini, tá tú tendrar bilin. 
• Sært tú ein bil uttan ljós aftan: Blinka eina ferð vil langljósunum fyri at minna bilføraran á at tendra bakljósini.

Skriv frá FFR