Viðtøkur felagsins

§ 1 – Navn

Navn felagsins er Camping.FO.

§ 2 – Endamál

Endamál felagsins er at fylkja kampingáhugað, at skipa fyri felags tiltøkum, at veita tænastur til limir eins og vitjandi “kampistum” og annars tæna áhugamálum limanna.

§ 3 – Limaskapur

Øll kampingáhugað, sum ganga undir lógir felagsins, kunnu gerast limir.

§ 4 – Limagjald

Limagjald verður ásett av ársaðalfundinum eftir uppskoti frá nevndini.

Ein limaskapur er galdandi fyri hvørt húskið, og hvørt húskið hevur eina atkvøðu.

Limagjald felagsins eigur at verða goldið í januar mánaða.

Meldar nýggjur limur seg inn í felagið í september ella seinni, er limaskapurin galdandi fyri restina av árinum og komandi árið.

Legg til merkis, at hetta bert er galdandi fyri nýggjar limir.

§ 5 – Innliman

Innliman fer fram á heimasíðu felagsins. Limaskapurin fær gildið tá limagjaldið er goldið. Limur sum virkar til skaða fyri felagið, ikki heldur lógir felagsins ella avgerðir, kann av nevndini verða koyrdur úr felagnum. Henda avgerð kann, verða løgd fyri aðalfundin.

§ 6 – Aðalfundur

Ársaðalfundurin verður hildin einaferð um árið. Fundurin skal verða lýstur í einum av miðlunum í seinasta lagi 14 dagar frammanundan.

Ársaðalfundurin verður at fara fram soleiðis:

  • Val av fundarstjóra og skrivara
  • Formaðurin greiður frá árinum
  • Ársroknskapur til góðkenningar
  • Val av nevndarlimum, grannskoðara og einum tiltakslimi
  • Ásetan av limagjaldi
  • Lógarmál
  • Ymiskt

Uppskot, sum ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera nevndini í hendi íseinasta lagi 14 dagar undan ársaðalfundinum.

§ 7 – Nevndarval

Felagið verður stýrt av eini 5-manna nevnd. Annaðhvørt ár fara 2 nevndarlimir frá og annaðhvørt ár 3 nevndarlimir.


Nevndarlimur kann taka við afturvali.

Fyrsta ári sum nýggja nevndar skipanin virkar, fara 2 nevndarlimir frá, teir sum hava siti longst í nevndini.

Nevndin skipar seg sjálv eftir aðalfundin, við formanni, næstformanni, kassameistara, skrivara og vanligur limur.
Tveir tiltakslimur (nr. 1 og nr. 2) verða valdir í 2 ár - forskotið. Tað vil siga at 1 tiltakslimur verður valdur á hvørjum ári. Grannskoðari verða valdir fyri eitt ár í senn.Verður limur, sum ikki er á aðalfundi, skotin upp til nevndarlim, tiltakslim ella grannskoðara, skal hesin skrivliga hava givið sítt samtykki.

Atkvøtt verður um hvønn limin sær. Fundarstjórin ger av, um atkvøðugreiðslan skal vera við at rætta hondina upp, ella um hon skal vera skrivlig.

Limur, sum er í eftirstøðu hevur ikki atkvøðurætt, og kann ikki verða valdur í nevnd, til tiltakslim ella til grannskoðara. Stendur á jøvnum, verður lutakast.

Tað kann ikki atkvøðast við fulltrú.

§ 8 – Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur verður lýstur 14 dagar frammanundan, á sama hátt sum ársaðalfundurin.

Eykaaðalfundurin kann bert viðgera mál, sum eru lýst frammanundan.

Øll mál verda avgjørd við vanligum meiriluta, tó ikki lógarbroytingar, (sí grein 13 og 14).

§ 9 – Limafundir

Limafundir verða hildnir, tá nevndin heldur hetta hava áhugað fyri limirnar ella verða av týdningi fyri felagið.

§ 10 – Avgerðir

Allar avgerðir nevndarinna verða tiknar við vanligum meiriluta. Eykalimur fær boð at møta á øllum fundum. Hevur nevndarlimur forfall, fær eykalimur atkvøðurætt.

§ 11 – Dagliga leiðslan

Formaðurin hevur um hendi dagliga leiðslu felagsins. Formaðurin leiðir fundir og samráðingar um ikki annað er avgjørt.

Nevndin tekur við vanligum meiriluta avgerð í øllum málum, sum ikki krevja viðgerð á lima- ella ársaðalfundi.

Limirnir hefta á ongan hátt fyri skuldarbindingar felagsins.

Kassameistarin hevur um hendi øll peningamál felagsins, eins og hann á hvørjum ári leggur fram fullfíggjaðan roknskap fyri grannskoðara í góðari tíð áðrenn ársaðalfundin.

Skrivarin førir fundarbók á øllum fundum.

Formaður og skrivari undirritað fundarbókina.

§ 12 – Búmerki

Felagið hevur búmerki, ið kann verða nýtt sum merki, og sum limamerki.

§ 13 – Lógarbroytingar

Lógarbroytingar kunnu bert gerast á ársaðalfundi ella eykaaðalfundi og krevja 2/3 av greiddu atkvøðunum.

§ 14 – Avtøka av felagnum

Bert ein ársaðalfundur, har 3/4 av limunum við atkvøðurætti greiða  atkvøðu fyri hesum, kann taka avgerð um at avtaka felagið.

Um so er at 3/4 ikki møta, kann ein eykaaðalfundur við sama endamáli, har 3/4 av møttu limunum greiða atkvøðu fyri hesum, taka avgerð um at avtaka felagið.

Ognir felagsins verda í slíkum førum at lata til góðgerandi endamál eftir avgerð aðal- ella eykaaðalfundar.