Tað er við gleði, at vit sum felag kunnu staðfesta, at áhugin fyri kamping í Føroyum hevur verið vaksandi líka síðani felagið varð sett á stovn í 2005.

Fyrsti fundurin um at stovna felag varð hildin í oktober 2005. Tað vóru Arnhold Fjallstein og Ivan Skorheim, sum umrøddu týdningin av at hava ein felagsskap, sum kundi hjálpa kampingeigarum, samskipa, vísa mynduleikum á hvat kundi gerast betri og at vera andlit í ferðavinnuhøpi. Stovnandi aðalfundurin varð síðani hildin í 2005, og vóru tað millum 20-30 vognar skrásettir sum limir á fyrsta fundinum. Tað er einki at taka seg aftur í, at áhugin fyri at eiga kampingvognar er vaksin nógv. Í 2017 eru 297 limir skrásettir hjá camping.fo, og óivað eru tað væl fleiri vognar í Føroyum enn hesir.

Umstøðurnar til at ferðast í Føroyum við kampingvogni eru eisini betraðar nógv. Í dag hava vit  yvur 20 góðkend kampingpláss í Føroyum, og umstøðurnar kring økini eru batnaðar nógv tey seinastu árini. Harafturat eru eisini nøkur privat pláss, ið heilt víst hava roynst væl. Tó er okkara vón, at hetta framhaldandi verður raðfest hægri, bæði av kommunum og landi. Hvørt ár síggja vit nógvar vognar sum vitja okkara vøkru oyggjar, og vit meta tað sum sera umráðandi, at hesi fáa ordilig og góð viðurskiftir at búgva á, soleiðis at teirra vitjan í Føroyum kann verða ein sonn uppliving.

At hugburðurin til kampingvognar er broyttur, sæst væl aftur í øllum teimum tiltøkum, sum verða fyriskipaði í dag. Vit síggja, at hvørjaferð eitt stórt tiltak verður fyriskipað, so sum Summarfestivalurin, Country Festivalurin í Tórshavn, Country Festivaluirin Vágum og Bátastevnan, so eru økir sett av til kampingvognar. Hetta er ein sera stór broyting, ið vit sum felag seta stóran prís uppá.