Limaskapur

Endamál felagsins er at fylkja kampingáhugan, at skipa fyri felags tiltøkum, at veita tænastur til limir eins og vitjandi kampistum og annars tæna ághugamálum limana.

Ein gerst limur, við at gjalda limagjaldið á kr. 350,00  (Um man ynskir at fáa 2 limakort sendandi, skal man gjalda kr. 400,00)

Skráset teg sum lim her!!!

NB: Pr. 01.01.2024 kom í gildið í Føroyum:  ” Bekendtgørelse for Færøerne om sikkerhed ved elektroniske betalinger”, Hetta ’bekendtgørelse’ krevur nú sterka kundaautentifikatión.

Loysnin sum Elektron hevur valt, er Samleika-innritan og at senda eina otp-kotu, í sms’ið – hendan otp-kotan skal so innlesast ísv stovnan av gjaldsavtalum (m.a. skráseting av limum)

§4

Limagjald verður ásett av ársaðalfundinum eftir uppskoti frá nevndini.

Ein limaskapur er galdandi fyri hvørt húskið, og hvørt húskið hevur eina atkvøðu.

Linagjald felagsins eigur at verða goldið í januar mánaða.

Meldar nýggjur limur seg inn í felagið í september ella seinni, er limaskapurin galdandi fyri restina av árinum og komandi árið.

Legg til merkis, at hetta bert er galdandi fyri nýggjar limir.

Tær verður síðani sent limakort, so skjótt felagið hevur móttikið limagjaldið. Vinarliga upplýsið navn, bústað, telefon, fartelefon og teldupostadressu.

Vit vilja eisini heita á tykkum at senda hesar upplýsingar til info@camping.fo

  • Fornavn
  • Eftirnavn
  • Fartelefon
  • Email
  • By/bygd
  • Adressa

Skipanin er soleiðis, at allir limir eru skrásettir sum “passivir”, tá so limir betalir limagjald, verður hann/hon skrásettir sum “aktivir” limir.

Øll limagjøld sum er goldin frá 1. januar fram til ársaðalfundin – sum er um heystið – er galdandi fyri inniverandi ár, allir hesir limir hava sostatt eisini atkvøðurætt á aðalfundinum í inniverandi ári.