18. October 2020
Ársaðalfundurin fluttur!!!
Recent news
Ársaðalfundurin er fluttur frá hølinum hjá Camping,fo í Kollafirði til Eydnuna á Oyrabakka.
Í samband við KORONA hava vit flutt ársaðalfundin í størri hølir og meta vit, at Eydnan á Oyrabakka er rúmligari, so vit kunna halda KORONA tilmælini.
Ársaðalfundurin er leygardagin 24.10.2020 kl. 15.00 í Eynduni á Oyrabakka
Ársaðalfundurin verður at fara fram soleiðis:
1. Val av fundarstjóra og skrivara,
2. Formaðurin greiður frá árinum,
3. Ársroknskapur til góðkenningar,
4. Val av nevndarlimum, grannskoðara og tiltakslimum,
5. Ásetan av limagjaldi
6. Lógarmál,
7. Ymiskt.
Í ár standa hesir nevndarlimir fyri vali: Ivan Skorheim og Henrid Johansen.
Tiltakslimir standa fyri vali á hvørjum ári.
Henrid Johanesen hevur boða frá, at hon ikki ynskir at stilla upp aftur til nevndina.
Vinarliga
Nevndin