5. August 2019
Norðlýsið verður borið út í allar húsvognarnar á SF 2019
Recent news
Norðlýsið og Summarfestivalurin
Blaðið verður borið út í allar húsvognar, gardinubátar og eisini í tjøldini.
Norðlýsið verður í øllum postkassum í Norðoyggjum mikudagin 7. august og Summarfestivalurin setur sín dám á blaðið. Mongu gestirnir sum koma til Klaksvíkar á Summarfestival skulu sjálvsagt hava møguleikan at fáa eitt eintak av lokalu avísini millum hendurnar.
Vit hava fingið leikarar frá Mjølnir at bera blaðið út í húsvognarnar, gardinubátarnar og eisini í tjøldini. Harvið vita øll júst hvat fyriferst í Klaksvík komandi dagarnar.
Í opnuni í blaðnum verður skráin fyri Summarfestivalin, sum er hent at hava við hondina.
Tilfar og lýsingar skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi kl. 22 í kvøld. Sendið á trondur@nordlysid.fo ella ringið á tlf nr. 262612