Stjørnur
Tað eru umleið 20 kampingpláss í Føroyum, og eru tey nokkso ymisk.
Vit hjá Camping.fo hava roynt at gjørt eitt greitt yvirlit, sum gevur eina góða mynd av hvørjum einstakum kampingplássi. Eisini hava vit flokkað kampingplássini við at geva 1-5 stjørnur.
Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir hvussu stjørnurnar verða givnar.
1 stjørna
- Uppslag við telefonnummari hjá fyristøðufólki, og nær telefonin svarar
- Nummar til hjálp (112)
- Brandútgerð / fyrstahjálparútgerð
- WC og brúsu
- Ravmagn til hvørja eind
- Krani til drekkivatn, minst 4 metrar frá tøming
- Væl uppmerkt tøming av spillvatni og rottanga
- Vatn at skola við – væl uppmerkt
2 stjørnur
- Hava uppslag um innkeypsmøguleikar og kort av nærumhvørvinum
- Uttandura borðpláss við vaski/vatni til tjaldarar o.a.
- WC og brúsu til menn og kvinnur hvør sær. Í brúsurúminum skal vera minst eitt el-stikk og ein spegil
3 stjørnur
- Køkur við tilhoyri
- Uppihaldsrúm
- Vaskimaskina og turkitrumla
- Í mesta lagi 50 metrar frá vogninum til drekkivatn
4 stjørnur
- WC/puslirúm til smábørn
- Innhegnað spælipláss til børn
5 stjørnur
- Hevur eina móttøku við lítlari kiosk frá 20.06 til 20.08. Kioskin skal vera opin minst 2 ferðir um dagin í 1 tíma hvørja ferð. Upplatingartíðirnar skulu vera skipaðar og væl uppmerkt á hurðini
- Frárensl til spillvatn til hvønn vogn
- Alt plássið innhegnað