2. June 2021

KAMPERA Á MENTANARNÁTT í TÓRSHAVN 4. JUNI

Recent news

Sí eldri tíðindi

MENTANARNÁTT í TÓRSHAVN 4. JUNI

Mentanarnátt  verður fríggjakvøldið 4. juni verður í Havn. Nýtið høvið til at koma ein túr við kampingvogni til Havnar og búgvið á Tórshavnar Kamping.

Tað ber til at bíleggja sær eitt pláss á tel. 302425 ella send ein teldupost til beintajo@torshavn.fo.

Mentanarnáttin verður sett uttan fyri Býráðshúsið klokkan 18.00, og í ár verður tað stjórin í Norðurlandahúsinum Gunn Hernes, sum setir Mentanarnáttina.

Ongantíð áður hevur skráin verið so rúgvismikil, og byrjar niðri í Vágsbotni við fjákutum gongulagi afturvið lívligum horntónleiki og kappingum. Okkara mentanargøta, Tórsgøta, spílar seg út við poesi, upplestri, framsýning og tónleiki.

Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, og livandi tónleikurin sermerkir Mentanarnáttina bæði innan – og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum verður tónleikur at hoyra.

Og sum vant hava handlarnir í miðbýnum opið til á midnátt, og matstovurnar spenna seg út hetta kvøldið.

Tað er í samráð við koronuráðgevingina at fyrikreikað verður til Mentanarnáttina í Havn. Tað verður heitt á øll um at fylgja almennu tilmælunum.

Verið vælkomin á Mentanarnátt, tá Havnin vísir seg frá síni bestu síðu.

Tað er Visit Tórshavn sum samskipar Mentanarnáttina, og skráin sæst á visittorshavn.fo, facebook. com/mentanarnattin og sona.fo.