Enn ein møguleiki at leiga húsbil (autocampara)
Recent news
Leiga autocampara og ferðast í egnum landið.
Í gjár kom ein nýggjur autocampari til Føroyar ið er keyptur til útleigan.
Vit hava ráðført okkum við eitt firma i Danmark ið fæst við at selja og útleiga autocamparir. Frá teimum var viðmælt at just hesin vognurin bleiv keyptur til endamália
Tey flestu ið ynskja at leiga autocampara fara avstað 2 vaksin, ti var viðmælt at vognurin hevði eina góða stóra frittstandandi dubultsong sum stendur klár uppreidd og baðirúm við góðari brúsukabinu. Møguleiki er at reiða upp til tveir gestir í sitigruppuni.
Vognurin er vælútgjørdur við ollum hentleikum so sum markisu, gólvhita, Truma kombi hitaskipan, vinkulkøk v/ 3 gassum, køliskáp, frystiboks, bakaraovn, fartpilot, bakki kamera, útimøblar, gassgrill, Wifi, smart TV, v.m.
Vognurin er klárur til útleigan frá mánadegnum 29 mars 2021