2. September 2020

Kamping er voksin 825 % í 15 ár

Recent news

Sí eldri tíðindi

Áhugin í FO fyri kamping hevur verið vaksandi á hvørjum ári.

Felagið Camping.fo var stovna á heysti í 2005, og er felagið nú 15 ár.

 

Tá Camping.fo var stovnað fyri 15 árum síðani (2005), vóru tað 74 húsvognar og 2 húsbilar í FO. Í alt 76 eindir. Nú í 2020 eru 555 húsvognar og 72 húsbilar í FO. Í alt 627 eindir.

Altso er kamping áhugin voksin við 825% í 15 ár

 

Øll hesi árini hava vit fylt við, hvussu áhugin fyri kamping í FO er. Millum annað hava vit á hvørjum ári spurt á Akstovuni, hvussu nógvir húsvognar og húsbilar eru skrásettir í FO.

 

 

Limatalið í felagnum er eisini voksið nógv hesi árini. Sí mynd.

Limirnir í felagnum fáa ymiskar ágóðar, tá tey keypa ymsastaðini. Sí her....

Annars so skipar felagið fyri einum endatreffi á hvørjum ári, tó ikki í ár, vegna KORONA. Tíbetur kláraðu vit at skipa fyri einum familju tiltakið í ár, áðrenn KORONA aftur gjørdi um seg (sí myndir her). Tað er fyrstu ferð vit hava skipa fyri einum tílíkum tiltaki og nokk ikki seinastu ferð.