14. Juli 2020

Víkar Camping - hugnaløtu Ólavsøkuaftan

Ease Template Warning: template variable "newsgroups" not found in "translate.newsgroups.recent_news"

Sí eldri tíðindi

Víkar Camping fara at skipa fyri eini hugnaløtu Ólavsøkuaftan.

Stórt telt verður sett upp har ein kann halda til gjøgnum dagin.

Um kvøldið er ætlanin at hava smyrjubreyð, kaffi og kaku, møguliga verður okkurt undirhald, felags sangur, har onkur kemur at spæla undir.

Olavsøku morgun verður tað rundstykkir at fáa og suppa um kvøldið.

Kostnaður er 600 kr fyri hvønn vogn, íroknað eru 2 vaksin og 2 børn um fleiri vaksin eru, verður tað 100 kr pr stk.

Teir vognar sum hava pláss fyri juli, gjalda 300 kr.

FB síðan hjá Víkar Camping