31. December 2019

Kent andlit millum føroysku kampistar gjørdist Ársins Føroyingur

Recent news

Sí eldri tíðindi

Martin Kúrberg hevur nú í nøkur ár umsiti kampingplássi á Eiði, har kampistarnir eru móttiknir við opnum ørmum og fingið sera góða tænastu.

Nú er hann eisini við í arbeiðinum at gera eitt kampingpláss í Skálavík.

 

Heiðurin “Ársins Føroyingur” hevur Martin fingið fyri at taka sær av teimum, sum eru komin á eitt skeivt spor, sum samfelagið átti at hjálpt, men ikki hjálpir. Martin ofrar sítt lív fyri hesum bólkinum og hevur uppborið ein heiður fyri sítt arbeiði. Harafturat tekur hann ábyrgd, tá samfelagið ikki ger tað. Martin hjálpir kroystum avvarðandi, sum ikki vita, hvat tey skulu gera, tá tey hava ein, sum treingir til hjálp.

 

Vit ynskja Martin Kúrberg við familju  hjartaliga til lukku.

Camping.fo

 

Les meir her.....