19. November 2019

Vinnarin til ferðina funnin!!!

Recent news

Sí eldri tíðindi

Í kvøld var kaffi og prát í hølinum hjá Camping.fo í Kollafirði

Møtt vóru 48 fólk, sera hugnaligt.

Á hugnaløtuni í kvøld boðaði Ivan Skorheim frá, at nevndin hevur skipa seg eftir valið á ársaðalfundinum.

Nevndin er tann sama, og nevndar postarnir eru teir somu hjá øllum í nevndini.

 

Í kvøld skuldi vinnarin av ferðini eisini finnast og var tað trekt á stórskíggja.

Vinningurin var ein ferð við Norrønu írokna pláss í eina viku á Hvidbjerg Strand Camping. Fo

 

Vinnarin gjørdist: Limur nr. 287 Hansina og Bjartur Brekkstein, Velbastaður

 

Camping.fo ynskir tykkum hjartaliga til lukku við vinninginum.

Nevndin