13. May 2019
Gamla saltfiskahúsið í Mikladali verður café á Bakkanum
Recent news
Sigrun og Jógvan Sámal Heldarskarð saman við børnunum eru farin undir at umbyggja gamla saltfiskahúsið á Bakkanum í Mikladali til eina café..
Norðlýsið hitti tey bæði, Sigrun og Jógvan Sámal í hugnaliga heimið teimum í Fornágøtu í Klaksvík. Tey bæði siga, at Mikladalur fyllir nógv í hugaheiminum hjá familjuni. Sigrun er ættað úr Mikladali og er dóttir Líggjas í Hússtovuni. Líggjas var sonur navnframa Magnus í Hússtovuni, ið gjørdist gamalur maður. Tá hann skifti, fekk Líggjas kongsgarðin at umsita, ímeðan beiggi hansara Eivindur fekk ognina.