1. April 2019

CAMPING Á BÁTAFESTIVALINUM Á TOFTUM 201

Recent news

Sí eldri tíðindi

Bátafelagið á Toftum bjóðar aftur camping, frá 2. til 5.mai. Eins og undanfarin ár, er øki á
havnalagnum, til campingvognar og campingbilar.


Pláss verður fyri umleið 25 vognum/bilum. Fyri at skipað campingplássið so væl um gjørligt, er
neyðugt við, vogna stødd, fortelt o.a.
Seinasta freist at melda til er hósdagin 2.mai kl. 20.00. Kostnaður er 100 kr. pr. vogn pr. døgn íroknað
el, campistarnir fáa suppu og drekkivøru tá bátarnir koma inn leygardagin. Upphæddin skal flytast á
konto 9181 - 144.393.5 Tilmelding er galdandi, tá upphæddin er goldin.

Tilmelding fer fram við at skriva til runisamuelsen@outlook.dk
Tá tit tilmelda, er neyðugt at upplýsa:
Navn:
Tlf. Nr.:
Komudag:
Nr plátu á vogninum:
Longd á vogni:
Seta tit telt upp og stødd:

Sig frá í góðari tíð, nær tú væntar at koma á økið. Økið verður væntandi opið frá hóskvøldinum
2.mai.
Nærri kunning verur, kemur seinni. Vónandi fáa tit ein góðan bátafestival 2019.

Vælkomin til Toftir.

Bátafelagið á Toftum