Nýggja hotellið hjá Smyril Line hevur nú fingið navn
Seinastu tíðindi
Avsláttir - Kampingpláss - Virkjum
Kaffifundur 3 apríl kl. 19.00
Byrjanartreff 2024
Gleðilig jól
Eykaðaðalfundur 4.okt
Eykaaðalfund 04.10.2023
Ársaðalfundur 2/9-2023
Endatreffið hjá Camping.fo á Vágseiði 1 – 3 september 2023
Í dag byrjar familjukamping
Triatlon, spøl og hugni á Eiði
Regatta í Hósvík 2023
Skráin - Familjukamping á Víkar camping 2023
Eiði Camping aftur opið.
Frí søla av atgongumerkjum
Nýggja kampingplássið nærkast
Familjutiltakið 2023
Gleðiligar páskir
Leiðari til kampingøkið niðri á Møl
Hesi geva limum í Camping.fo avsláttur.
Limir fáa avsláttur frá Handilsvirkið Niclasen
Hotellið, sum Smyril Line letur byggja við Oknarvegin í Havn, hevur nú fingið navn. Navnið er Hotel Brandan.
Hotellið er uppkallað eftir Sankta Brandan (484-577), ið var írskur munkur og fyrsti navnnevndi persónur, sum kom til Føroya. Brandan var ævintýrari og sigldi víða um høv fyri at kanna oyggjar og lond. Á ferð síni tvørtur um Atlantshavið í opnum skinnbáti kom hann til Føroya. Her sigldi hann millum oyggjarnar og gekk í fjøllunum. Brandan skrivaði dagbók frá ferðini í Føroyum og lýsti vøkru náttúruna.
-Vit valdu navnið Hotel Brandan, tí navnið hevur eina spennandi søgu knýtta at sær samstundis sum tað er lætt at siga og skrivað á flest øllum málum. Haraftrat kunnu flestu vitjandi á hotellinum kenna seg heima í navninum og søguni um Brandan. Tey eru sjálvi ævintýrarar, sum vitja forkunnugu og bergtakandi oyggjar okkara, sigur Henny á Líknargøtu, sølu og marknaðarstjóri hjá Smyril Line.
Hotel Brandan verður eitt 4-stjørnað hotell við 124 dupultkømrum. Byggiarbeiðið gongur væl, og hotellið verður klárt at taka ímóti fyrstu gestunum í mai 2020.
- Smyril Line