30. January 2019

Vetrarráð frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Recent news

Sí eldri tíðindi

1. Trygdarbelti

Tryggja tær, at øll í bilinum eru rætt íbundin við trygdarbelti. Trygdarbeltið má ikki liggja undir arminum, og mjadnabeltið skal liggja um mjadnarnar – ikki um búkin. Farið úr tjúkkum jakkum, so beltið liggur so tætt at kroppinum, sum til ber, og stramma beltið væl. Minst til, at Trygdarútgerð eigur at verða brúkt rætt, um hon skal veita røttu trygdina. Tryggja eisini djór í bilinum.

2. Koyr varliga

Fylg ferðsluni og verð ikki strongd/ur. Yvirhála ikki óneyðugt. Tíðin, tú sparir er ógvuliga avmarkað.

3. Bremsulongd

Koyrir tú í hálku, skalt tú halda ferðini undir hámarkinum. Tað tekur eitt gott sekund frá tí, tú varnast ein vanda, til tú trýstir á bremsuna. Koyrir tú 80 km/t, flytir bilurin seg 24 metrar hesa lítlu løtuna. Á turrum asfalti er bremsulongdin 32 metrar við 80 km/t. Í hálku er bremsulongdin fýra ferðir so long - 128 metrar. Ivast tú í undirlagnum, kanst tú royna at bremsa við heilt lítlari ferð fyri at kanna, hvussu hált tað er.

4. Halt fjarstøðu

Halt góða fjarstøðu til bilin frammanfyri. Minst til, at bremsulongdin í kava er minst dupult so long sum á turrum asfalti. Laga ferðina til umstøðurnar og gev týðilig tekin, so onnur síggja, hvat og hvagar tú ætlar tær. Blinka í góðari tíð, so bilførarin aftanfyri fær lagað koyringina eftir tí.

5. Fartelefon

Hav eina lødda fartelefon við tær.

6. Fullfermdur bilur

Koyrieginleikarnir hjá bilinum broytast, tá hann er fullfermdur við viðføri ella øðrum. Koyrir tú í hálku og við nógvari ferð í fullfermdum bili, kann vera ringt at hava tamarhald á bilinum. Legg tyngstu lutirnar niðast og helst langt fram í viðførisrúminum. Les um at tryggja viðførið.

7. Leysir lutir

Leysir lutir kunnu verða drepandi vápn við bráðsteðgi. Ein lutur, sum vigar 2 kilo, vigar við 70 km/t í bráðsteðgi 110 kilo. Tí skalt tú ongantíð hava leysar lutir í ferðafólkarúminum.

8. Ávaringartríkantur og endurskinsvestur

Lat ávaringartríkantin vera lætt atkomuligan, gjarna í lummanum aftan fyri førarasetrið. So er lætt at sleppa til hann, skuldi tú verið árend/ur aftanífrá, og viðførisrúmið verið blokerað. Minst til endurskinsvestin, tá tú fert úr bilinum, serliga tá sýnið er vánaligt.

9. Tendra ávaringarljósini

Tendra ávaringarljósini, um neyðugt er at steðga, so onnur síggja, at bilurin stendur stillur.

10. Teppi

Hav eitt teppi liggjandi í bilinum. Verður bilurin fastur í kavanum, er gott at halda seg heita/n, til hjálpin kemur fram