11. April 2018

Heimsins størsta par av vøttum - Bindifestivalinum Fuglafjarðar!!

Recent news

Sí eldri tíðindi

Á várið 2008 kastaðu nakrar kvinnur úr Norra uppá ein vøtt. Málið var at binda heimins størsta vøtt, sum skuldi blíva góðkendur av Guinness World Records.

Vøtturin fekk navnið Selbuvøtturin.

Tá tær vóru lidnar at binda fyrsta vøttin vísti tað seg, at tær máttu binda tveir – hetta, tí at vøttir altíð eru eitt par. Ein til høgru hond og ein til vinstru hond.

Í juni 2010 vóru báðir vøttirnir lidnir at binda.
Bindingin bleiv framd fyri at styrkja felagskapin í nærumhvørvinum, og tá til stykkis kom høvdu 45 kvinnur luttikið í verkætlanini at binda vøttirnar.

Fyri at fáa vøttirnar góðkendar skuldu teir bindast í sínum uppruna tógvi, sum vit kenna frá Selbu Husflid. Tær brúktu rundstokk 3½

Vøtturin vigar 5½ kg

Longdin á teimum er 247 cm

Samstarvið um verkætlanina hevur verið ímillum Selbu bygdemuseum, Selbu Husflid A/S og Selbu Husflidslag.

Vøttaparið bleiv góðkent av Guinnes World Records i februar 2014, og metið kom i Guinnes recordbókina í 2015.

http://www.guinnessworldrecords.com/…/largest-pair-of-knitt…