6. April 2018

Ferðavinnumøguleikar í Sandoyar Sýslu

Recent news

Sí eldri tíðindi

Talið á ferðafólkum økist. Tí vil Sandoyar Kunningarstova fegin bjóða tær til eitt ókeypis kvøld, har vit hoyra um upplivingar, málbólkar, ferðavinnumynstur og eftirspurning. Endamálið er at fáa fleiri at hugsa um møguleikar innan ferðavinnu, at víðka um útboðið av tilboðum og at fáa eitt prát við onnur innan økið.

Tit fáa: ítøkilig amboð til vørumenning frá Íverksetarahúsinum, íblástur frá føroyskum íverksetarum, kunning um hvat kunningarstovan kann bjóða og hvat tørvur er á, og stutt upplegg um fígging og trygging.

Kom við!

Hevur tú longu eitt ferðavinnutilboð, ella hevur tú hugsað um at farið í gongd við íverksetan? Ella ert tú bara forvitin? So kom við!

Vit borðreiða við smáum rættum frá Kafe Breiðateig, kaffi og te.

Vit vilja fegin vita á leið hvussu nógv koma, so tað hevði frøtt okkum um tú meldar teg til á tiltakinum á Facebook ella á 222 078!

 

Kelda: Sandoyar Kunningarstova / Visit Sandoy