17. October 2017

Nýggj bíleggingarskipan hjá SSL

Recent news

Sí eldri tíðindi

Nú ber til at bíleggja pláss til akfør av Gomlurætt til Skopunar her. Skipanin kemur í gildi mánadagin 23. oktobur.

Tað ber enn sum áður til at koyra umborð á Teistan uttan at hava bílagt, treytað av at pláss er á dekkinum.
Undir breddanum bílegging á heimasíðuni finst vegleiðing, treytir o.a. viðvíkjandi nýggju skipanini.
Talan er um eina royndarverkætlan, og eru allir spurningar og allar viðmerkingar vælkomnar á okkara nýggju Facebook síðu.

Tá ið nýggja bíleggingarskipanin kemur í gildi mánadagin 23. oktobur verður ferðaseðlasølan av Gomlurætt. Hetta merkir, at ferðast verður ókeypis úr Skopun.

Allir stórir bilar skulu bíleggja av Gomlurætt umvegis bíleggingarskipanina. Tá tað ber framvegis ikki til at bíleggja pláss av Skopun til Gomlurætt ígjøgnum bíleggingarskipanina, er hendan mannagongdin framvegis galdandi:

Akfør hægri enn 1,90 m. skulu bíleggja pláss á tel. +298 29 31 03. Tá pláss verður bílagt skal longd, vekt og hædd á akfari upplýsast fyri manningini.