3. September 2017

Súsanna Sondum stjóri á Visit Tórshavn.

  • Súsanna Sondum | Mynd: Súsanna Sondum - Facebook

Recent news

Sí eldri tíðindi

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 1. september 2017 fór Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn, í farloyvi fram til 1. februar 2018. Hetta tíðarskeiðið verður Súsanna Sondum virkandi stjóri á Visit Tórshavn.

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann tók við stjórastarvinum á Visit Tórshavn 1. oktober 2011 og hevur sostatt røkt starvið í nærum seks ár.

Súsanna Sondum hevur starvast á Visit Tórshavn síðani 2003.

Arbeiðsuppgávurnar hjá Visit Tórshavn eru m.a. at kunna um Tórshavn bæði innan- og uttanlands, veita upplýsingar og ráð til borgarar og ferðafólk, menna ferðavinnu, hava uppsýn við kampingplássinum í kommununi og at samskipa mentanar- og vinnutiltøk í Tórshavnar kommunu.

Í juli 2016 flutti Visit Tórshavn úr H. N. Jacobsens bókhandli niðan í gamla bankabygningin í Steinatúni.

Á Visit Tórshavn eru fimm fólk í fulltíðarstarv