Skálavík

Skálavík Kamping


Vit bjóða kamping uttanfyri Hotel Skálavík, har pláss er fyri 15 kampingvognum.

Við hotellinum sum nærmasti granni, kunnu vit veita vissu fyri at umstøðurnar eru í
lagi. Har er ein stór høll við ymiskum hentleikum, so sum hoppiborgir, borðtennis og
fótbóltsmál til børnini at stuttleika sær við. Ynskja tit vælveru kunnu tit gera tykkum
dælt av okkara heita uttandura potti, sum hevur pláss fyri 7 fólkum.

Tit hava atgongd til vatn, el (plug in), brúsu og wc. Møguligt er at tøma kummuna á
staðnum. 

Sandoyggin bjóðar ferðandi eina ørgrynnu av upplivingum, vakrari náttúru,
søguligum støðum og hugnaligum bygdum. Av Sandi ber til at sleppa til Skúvoyar við
Sildberanum, har til ber at síggja Sigmundarstein og Rannvátoftir.

Akfør yvir 7 m. og hægri enn 1,90m. skulu bíleggja pláss umborð á Teistanum á tel.
+298 29 31 03.

Samband:

Managers: : Skálavík Kamping Phone: : 345900 Website: : www.hotelskalavik.fo/kamping E-mail: : booking@smyrilline.fo

Prísir:

Price per caravan: : 250 kr. Price per adult: : Íroknað Price per child: : Íroknað

Upplatingartíðir:

Opens: : 6. January Closes: : 16. December

Upplýsingar:

Ja
Ja
Ja
Nei
15
Ja, ókeypis
Nei
Benches
Ja, blátt stikk (íroknað)
Ja, í snóri
Number of tents
Ja
Ja
Ja
Nei

Map: