Gjógv

Gjáar bygd er ein av teimum smærru í kommununi, men við sínum jarðartilfeingi og sum útróðrarpláss var hon fyrr munandi betri fyri. Gjógv er helst seinni bygd enn grannabygdin Funningur, men tó neyvan seinni enn tíðliga í miðøld. Útróðurin gav í síni tíð nógv virksemi í bygdini, og seinni hava nógvir skipsmenn verið við Gjógv.

Vanlukkur á sjónum raktu rættiliga tíðum bygdina, soleiðis sum mongu nøvnini við minnisvarðan bera boð um. Við nýggju tíðunum aftaná seinna heimsbardaga fekk Gjáar bygd trupult við at varðveita fólkið á plássinum, og síðan hevur afturgongdin í fólkatalinum verið rættiliga støðug. Í bygdini stendur skúli, sum er bygdur í 1883, men har ganga ongi børn longur. Eisini hevur bygdin samkomuhús.

Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Gjógv. Longu í 1984 byrjaði Gjáargarður sum vallaraheim, og hann er framvegis vælumtóktur. Her kunnu umleið 100 fólk gista í senn. Í 2014 kom kampingøki, Flatnagarður, við plássi fyri 24 vognum. Nýtt summarhúsøki er eisini komið ovarlaga í bygdini, har bygd eru 19 summarhús.  Við Gjógv er nógv vakurt at síggja: tey høgu fjøllini, gjógvin har kafe er niðri við Gjónna sum eitur Gjáarkaffi, hon er opin um summari. Har er eisini ljós sett í gjónna soleiðis at hon er sera hugnalig um kvøldarnar,  og ymisk støð nærhendis bygdina.

Við Gjógv hevur nógv gjørt fyri at skapa góðar karmar fyri ferðavinnu, sum skal virka í góðum samspæli við bygdina og lívið í bygdini. Hetta arbeiðið er so mikið væl eydnað, at bygdin í 2014 varð instillað til náttúru- og umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Í Flatnagarði eysturi við kirkjuna hevur Sunda Kommuna gjørt eitt kampingøkið. Av økinum er avbera gott útsýni yvir bygdina og yvir á Kallsoynna. Á økinum eru eini frálík hús við wc/bað, vaskimaskinu, turkitrumlu og uppivaskiplássi.

Samband:

Managers: : Gjáargarður Phone: : 423171 Website: : www.campingbygjogv.com/# E-mail: : info@gjaargardur.fo

Prísir:

Price per caravan: : 300 kr. Price per adult: : Íroknað Price per child: : Íroknað

Upplatingartíðir:

Opens: : 1. May Closes: : 31. August

Upplýsingar:

Ja
Ja
Ja
Nei
25 (B: 6 m x L: 10 m)
Ja
Nei
Benches
Ja, blátt stikk (íroknað)
Ja, í snóri
Number of tents
Nei
Alt økið innhegnað
Ja, 20 kr.
Ja

Map: