Fuglafjørður
Búseting
Fyrstu tekin um búseting í Fuglafirði fingust í 1956, tá ið grivið varð út fyri eini hoyggjhúsgrund heimi á Oyruni. Komið varð niður á eina húsatoft við fjósi. Við at grava longur niður, kom til sjóndar, at 5 hús høvdu staðið oman á hvørjum øðrum á somu grundini, og hvørt var avtoftað eftir annað. Kanningar vístu, at tey elstu húsini vóru frá víkingaøld, um á 950 – 1050.
Í 1781 eru 4 býlingar í Fuglafirði. Við Gjógvara, Við Garð, Í Toftum og á Áargarði. Miðskeiðis í 1800-talinum og frameftir komu býlingarnir Á Trøðni, á Bakkanum og á Høvdanum. Í 1920-árunum vóru allir vóru allir býlingarnir samanvaksnir. Í 1940-árunum komu býlingarnir í Rossagerði (í neðra), í Fløtugerði og vestur á Horn, og frá 1970-árunum hevur verið bygt á Bjarnafløtum, í Toftabønum og Norður í Bø.
Við fyrstu fólkateljingina í 1801 búðu 128 fólk í Fuglafirði. Fólkateljingin í 1901 sigur frá, at tá búðu 325 fólk í Fuglafirði. Hundrað ár seinni (2001) búgva 1547 fólk í Fuglafirði. Í dag 2006 liggur talið um 1700 fólk í Fuglafjarðar kommunu.
Samband:
Prísir:
Upplatingartíðir:
Upplýsingar:
![](/site/templates/default/assets/images/icon_bathroom.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_shower.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_child_friendly.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_kitchen.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_caravan_spaces.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_wifi.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_outdoor_grill.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_benches.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_electricity.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_dogs_allowed.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_tent_spaces.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_playground.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_fenced_in.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_washing_machine.png)
![](/site/templates/default/assets/images/icon_emptying_toilet.png)