Elduvík
Kampingøkið er óskipað og tískil er heldur onki gjald. Tað er bert loyvi at hava kampingvognin standandi í trý fylgjandi samdøgur.
Á Visit Runavík fáast el-súlu kort til keyps, sum geva tær atgongd til allar almennar el-súlur í Runavíkar kommunu, millum annað á kampingøkinum í Elduvík.
Elduvík er gomul bygd. Fyrstu ferð hon er nevnd, er í Hundabrævinum.
Bygdin verður nógv vitjað av ferðafólki. Har er sera vakurt og nógv at síggja.
Ein gongutúrur í vestara parti av bygdini, har kirkjan og gamli býlingurin eru, er sera hugnaligur.
Eisini er vert at ganga oman á lendingina, sum liggur eitt fitt petti uttan fyri bygdina.
Ein túrur millum gróthúsini í eystara parti av bygdini er áhugaverdur. Eitt kort, sum lýsir hvussu nógv gróthús vóru í gomlum døgum, er sett upp til tey vitjandi.
“Tvær almennar bygdagøtur eru í Elduvík ávíkavist millum Elduvík og Oyndarfjørð umframt Elduvík og Funningsfjørð.
Er ætlanin at fara gongutúrar í hagan er neyðugt at seta seg í samband við hagastýrið. “