Fri. 4. May.

Báta- og campingtreffið í Søldarfirði

Upcoming events

Sí eldri tiltøk

Aftur í ár verður tað í samband við bátafestivalin á Toftum, sum er 5. mai.

Ætlanin er at fáa tað líka gott sum undanfarin ár, við smávegis forbetringum. Tvær jollir liggja á sandinum, sum børn og vaksin kunnu rógva í. Havi egnan bjargingarvest við.

Ætlanin er, at kostnaðurin verður tann sami sum undanfarin ár, kr. 100 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Tá er alt íroknað - matur, drekka, el og vatn til bátar og campingvognar og undirhald.

Vit tendra grillirnar kl. 19. Harmonikuspælararnir Bjartur Skipenes, Sverri Justinusen, Símin Joensen og Hans Pauli Larsen seta aftur í ár sín dám á og vit syngja við. Kl. 20 heldur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum Annfinnur Garðalíð røðu. Aftaná er felagssangur. Kl. 21:30 spælir Marius & Co. Tá undirhaldið er liðugt, kunnu fólk hugna sær við práti ella fara upp á gólv til bandaðan tónleik. Vit siga góða nátt kl. 1. Morgunmatur verður kl. 9, og síðan verður rudda av. Kl. 11:30 fara bátarnir inn á Skálafjørðin og síðan verður kósin sett út á Toftir. R7 kemur aftur at senda frá tiltakinum. 

Kelda: Kongshavnar Frítíðarsiglara