Endatreff og Ársaðalfundur
Upcoming events
Vikuskiftið 22– 24 september, er árliga endatreffi hjá Camping.fo.
Verur í Vestmanna, í hølinum hjá Vónini (sama sum vit vóru í, í 2015)
Tiltakið er bert fyri limum hjá Camping.fo
Skrá:
Fríggjadag 22-09-2017
Kl. 20:00 Samanskot (Veitsla)
Drigi verður millum aktivar limir 2017 (sí vinningar niðanfyri)
Eftir veitsluna spæla “Sunrise” til dans
Leygardagin 23-09-2017
Kl. 14:30 Ársaðalfundur, hølinum hjá Vestmanna Camping
kl. 21:00 Hugna á svalanum hjá Vestmanna Camping. Signar í Homrum fer at spæla egin løg frá kl. 21:00 til 22:00. Aftaná verður felagssangur, har partur av campingorkestrinum fer at spæla undir. Takið campingsangheftið við :)
Ársaðalfundurin verður á heysti. Fundurin skal verða lýstur í einum av dagbløðunum í seinasta lagi 14 dagar frammanundan.
Ársaðalfundurin verður at fara fram soleiðis:
§6
- Val av fundarstjóra og skrivara
- Formaðurin greiður frá árinum
- Ársroknskapur til góðkenningar
- Val av nevndarlimum, grannskoðara og einum tiltakslimi
- Ásetan av limagjaldi
- Lógarmál
- Ymiskt
Uppskot, sum ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera nevndini í hendi íseinasta lagi 14 dagar undan ársaðalfundinum.
Seinasta freist at melda til er 17-09-2017
VÍF skipar fyri kampingini á parkeringsøkinum við Fiskivinnuskúlan..
Tilmelding hjá VÍF
Konta í Bank Nordik 6460 1542089
Kostnaður 300kr. Tað ber til at koma hóskvøldið 21-09-17
Viðmerkjast nummarplátu nummar á vogni + telefon nummar
Er gjaldið ikki flutt áðrenn vognurin kemur, ber til at gjalda kontant á staðnum til Sámal Joensen tlf 220887.
Peningurin fer óskerdur til VÍF.
Øll eru meir enn vælkomin at brúka hølir og fastsettur annars hjá Vestmanna Camping.
" Tey sum hava vetrarbit í Vestmanna, melda bara til sum vanligt hjá Vestmanna Camping"
Vinningar: millum aktivar limir í Camping.fo 31-08-2017
· Smyril Line ferð við Norrønu til DK vil Bil + húsvogn, ella húsbil - 2 vaksin og 2 børn. Virði 9.950,-
· Berglon. Gávukort á kr. 2.000
· Føroya Gassøla. Hitaovnurin: Harboe Trading
· Jógvan Weihe Gávukort á kr. 2.000
· Vodafone mðr 5GB familju hald frá okkum á virði ca. 2.500,-
· Fønix Grill Webwe Q 1200
· Sumbiar Kommuna Gávukort á kr. 500,00